IKEA
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
IKEA er ein svensk handilsketa, sum selur bíligt innbúgv og búnyttur. Seinast í 1970-árunum bar til at keypa IKEA-vørur í Føroyum. Tað var ikki ein handil sum so men meiri ein sýnisgluggi fyri IKEA-vørur, har fólk kundu hyggja og síðani bíleggja sjálvi via postordra.
"Góð sniðgeving skal ikki bara vera fyri tey ríku". Tað hevur í 100 ár verið hugsjónin aftan fyri deseinið hjá týska Bauhaus, danska FDB møblar og svenska Ikea. Men bara Ikea hevur megnað at selt hugsjónina til fólkið við góðum úrsliti.