Regnskógur
![](http://library.vu.edu.pk/cgi-bin/nph-proxy.cgi/000100A/http/web.archive.org/web/20120618072753im_/http:/=2fupload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/d/da/Canopy_Walk_View.jpg/250px-Canopy_Walk_View.jpg)
Regnskógirnir reinsa luftina og vatnið, og dyggur heilivágur at grøða sjúkur verður gjørdur úr regnskógarplantum. Regnskógirnir eru ógvuliga týdningarmiklir í náttúruni, men teir minka hvønn dag - av skógarvinnu og landbúnaði. Vit mega virða og verja hesar skógir og fjølbroytta dýrameingið í teimum. Størstu regnskógarnir ur heimin eru kring Mið- og Suðuramerika (Amasonas).
Innihaldsyvirlit |
[rætta] Dýrameingi
Meiri enn helvtin av øllum dýrum í heminum er í Amasonlendinum í Suðuramerika. Alskyns dýr liva í tropuskógunum. Flestu teirra eru bæði stygg og støkkin og duga duga avbera væl at króga seg í skóginum. Reyðtenningurin hevur met fyri at vera ræðuligasti fiskur í heminum. Í 1981 varð sagt frá, at ein torva legðist á og át eini 300 fólk, tá ið ein ovfyltur bátur sakk á Obidosá í Brasil. Allir tenningar eru ikki vandamiklir - bara 4 av 18 sløgum leggjast á fólk.
[rætta] Veðurlag
Tropisku regnskógirnir eru báðumegin miðkring - kringin, ið er um miðjuna á jørðini, sum eitt belti. Ongastaðni eru so góð gróðrarlíkindi til skógarvøkstur sum her, tí veðurlagið er so heitt og vátligt. Lett er hvønn dag at siga, hvussu veðrið verður - heitt, slavið og oysregn. Summastaðni í regnskógunum regnar 4 m um árið, og hitin er altíð úr 24C* upp í 27C*.
[rætta] Dýravernd
Summi dýr í regnskóginum eru hótt, og bara heilt fá av teimum eru eftir í heiminum. Hesi dýr mega verða vard, skulu tey ikki doyggja út.
[rætta] Vert at vita
- Um bara 7% av allari jørðini veksur regnskógur.
- Størsta tropiska regnskógarøki í heminum er í Amasonlendinum í Suðuramerika.
- Jørðildið í regnskógunum er grunt, vanliga bara einar 10 cm, men har vaksa nøkur av hægstu trøum í heiminum.
- Meiri enn helvtin av øllum dýrum í heiminum liva í regnskógunum.
- Hvønn dag verður komið fram á ókend skordýr í regnskóginum.
- Dýralívið í tropuregnskógunum er fjølbroyttari enn nakra aðrastaðni á jørðini.